Mynd: Beitur er eitt av íslendskuskipunum, sum nú fer at fiska svartkjaft - fiskifrettir.is

Íslendsku skipini eisini byrjaði uppá svartkjaftafiskiskapin

Kiran Jóanesarson

30.11.2017 - 20:21

Fiskur > Fiskivinna - útróður

Uppsjóvarskipini eru nú við at verða liðug við fiskiskapin eftir sild, sum hevur verið góður seinastu tíðina, og rigga seg til svartkjaftaveiðu.

Føroysku skipini, sum hava fiskað sild seinastu tíðina er nú byrjaði at fiska svartkjaft, men tað er ikki einans tey føroysku skipini, sum eru byrjaði uppá svartkjaftafiskiskapin.

Íslendska skipið Beitir, úr Neskaupstaði, landaði í gjár 1100 tons av góðari sild til íslendska uppsjóvarvikrið hjá Sildavinnsluni.

Skiparin, Sturla Þórðarson, upplýsir fyri íslendska miðlinum Fiskifrettir, at talan hevur verið um góðan fiskiskap, men at nú fara teir at rigga seg til at fara á svartkjaftaveiðu.

Í síðstu viku lógu fleiri íslendsk skip á Kollafirði, har tey krokaðu og so skjótt veðrið batnaði, fóru tey aftur til fiskiskap.

Íslendsku skipini vóru Sigurdur, Heimaey og Venus.