Íslendska uppsjóvarskipið Beitir

Íslendsku skipini hava góðan fiskiskap eftir makreli

Kiran Jóanesarson

02.08.2017 - 19:30

Fiskur > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Hjá uppsjóvarvirkinum í Neskaupstaði, í Íslandi, hava tey úr at gera at virka makrel í hesum døgum.

Íslendsku uppsjóvarskipini hava gjørt fleiri landingar av makreli seinastu dagarnar. Skipið Bjarni Ólafsson, var í síðstu viku inni við umleið 160 tonsum av makreli, sum skuldi nýtast til at royndar koyra ymsar nýggjar maskinur á virkinum.

Tá ið Bjarni Ólafsson hevði landað, átti Beitir tørn. Beitir hevði munandi meira – 640 tons, og tá varð ferð sett á maskinurnar.

Tá ið Beitir hevði landað, slapp Børkur framat, teir høvdu 600 tons.

Fitt av makreli er at síggja í íslendskum sjógvi, og skipini hava góðan fiskiskap. Seinni í hesum mánaðinum fara føroysku skipini at riggað seg til fiskiskap eftir makreli.