Óli Samró

Íslendskur áhugi fyri føroysku uppboðssøluni

Sverri Egholm

25.11.2016 - 08:14

Fiskur > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

Bókin hjá Óla Samró, “Fiskiskapur - fjølbroyttar ásetingar”, ið bleiv løgd fram á føroyskum í juli, verður nú týdd til norskt, íslendskt og enskt.

Bókin hevur stóran áhuga Íslandi, tí evnið er aktuelt, nú íslendingar skipa nýggja stjórn. Royndirnar í Føroyum við uppboðssølu av fiskiloyvum í 2011 og 2016 hava serligan áhuga, eins og uppskotið hjá ráðleggingarnevndini. “Færeyska uppboðsleið” er eitt heitt politiskt evni í Íslandi.

Undir heitinum: “Hvør eigur fiskin í sjónum? “ heldur Óli Samró fyrilestur í Hørpu í Reykjavík í morgun kl 8.30.

Óli Samró hevur seinastu mongu árini hevur arbeitt sum ráðgevi í fiskivinnuni kring heimin.