Arctic Voyager kom á Fuglafjørð í gjár við umleið 200 tonsum


Grønlendska uppsjóvarskipið, Arctic Voyager úr Tasilaq, kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa makrel.


Arctic Voyager hevur verið til fiskiskap eftir makreli í grønlendskum sjógvi. 

- Tað vóru nakrir byrjanartrupulleikar, men skjótt gekk betur, upplýsir Ludvík við Stein, reiðari.



Tá ið skipið hevur landað, skulu teir gera ymsar smáar broytingar áðrenn Arctic Voyager fer aftur til fiskiskap.

Arctic Voyager landar góð 200 tons av makreli til uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði.