Hoyvík inn við fullari last


Eitt av nýggju uppsjóvarskipunum í føroyska flotanum, Hoyvík, er á veg inn á Kollafjørð.





Hoyvík landar hendan túrin til Faroe Pelagic í Kollafirði. Teir hava fult skip við 1200 tonsum av makreli til matna, og hava roynt vestan fyri Hetland. Miðalvektin á makrelinum liggur um 350 gramm, skrivar jn.fo.





Heimasíðan skrivar, at teir vóru góðar 15 tímar á feltinum og gjørdu fýra tov.








Teir verða á Kollafirði áðrenn midnátt, men sleppa ikki framat at landa fyrr enn týsmorgunin, veit jn.fo.