Tasilaq hevur landað svartkjaft í Fuglafirði


Grønlendska verksmiðjuskipið, Tasilaq, hevur júst landað svartkjaft í Fuglafirði.



Tasilaq, sum hevur heimstað í Grønlandi, hevur júst landað eina last – 800 tons, av svartkjafti til Havsbrún.



Tað var bíðirøð tá ið Tasilaq kom á Fuglafjørð, og tá ið Fagraberg hevði landað, slapp Tasilaq framat.

Tasilaq hevur landað fleiri svartkjaftalastin til Havsbrún higartil í ár.