Jupiter (Mynd: Varðin Pelagic)

Jupiter á veg á Tvøroyri við 1100 tonsum av sild

Niels Petersen

06.12.2016 - 00:06

Fiskur > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Jupiter hevur fiskað sild norðanfyri Føroyar í altjóða sjógvi, beint norðanfyri føroyska sjómarki. Teir hava roynt í tveir dagar og hava fingið knapt 1100 tons av sid. Hetta skrivar Varðin Pelagic á heimasíðuni í kvøld.

Miðalstøddin er umleið 370 gram, og sambært heimasíðuni er tað hampiliga góð stødd.

Teir vera eftir ætlan á Tvøroyri klokkan 22 í annaðkvøld, týskvøldið 06. desember.

Hetta er helst seinasti túrurin hjá Jupiter í ár.