Mynd: Shipspotting

Jupiter aftur á svartkjaftaveiðu

Kiran Jóanesarson

26.11.2017 - 20:41

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Jupiter, sum hevur ligið á Runavík seinastu dagarnar, fer nú aftur á svartkjaftaveiðu.

Jupiter landaði fyrr í vikuni umleið 1000 tons av svartkjafti, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi.

Finnbjørn Mikkelsen, skipari, upplýsir, at teir fóru á Runavík tá ið teir høvdu landað, av tí at veðrið ikki var at fara aftur til fiskiskap beinanvegin teir høvdu landað.