Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Jupiter farin nýggjan túr

Kiran Jóanesarson

16.06.2017 - 11:42

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Jupiter kom fyrr í vikuni á Fuglafjørð, har teir skuldu landa svartkjaft, men av tí at talan var um bíðirøð, slapp Jupiter ikki framat fyrr enn í tíðliga í gjár.

Uppsjóvarskipið úr Gøtu hevur landað umleið 2400 tons av svartkjafti til Havsbrún. Teir vóru lidnir at landa tíðliga í morgun, settu beinanvegin kós aftur móti svartkjafta feltinum.