Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Jupiter fer nú at rigga um til lodnuveiðu

Kiran Jóanesarson

11.02.2018 - 07:40

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið jupiter úr Gøtu, kom á Fuglafjørð í gjár við svartkjafti.

Jupiter hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið smáligur hendan túrin.

Jupiter hevur 750 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún. Svartkjafturin verður síðan framleiddur til ídnað.

Tá ið Jupiter hevur landað, verður riggað til at fara á lodnuveiðu undir Íslandi.