Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Jupiter hevur fiskað svartkjaftakvotuna

Kiran Jóanesarson

12.07.2017 - 09:44

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið, Jupiter úr Gøtu, kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa svartkjaft.

Jupiter hevur fiskað í føroyskum sjógvi, og teir hava góð 2000 tons, sum teir landa til Havsbrún.

Jupiter hevur nú fiskað svartkjaftakvotuna, og tá ið liðugt er at landa, verður farið á makrelveiðu.