Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Jupiter hevur landað 2500 tons til Havsbrún

Kiran Jóanesarson

10.01.2018 - 09:57

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Jupiter úr Gøtu kom mánadagin á Fuglafjørð, har teir skuldu landa svartkjaft.

Jupiter hevur verið til fiskiskap eftir svartkjafti sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verður góður.

Svartkjafturin, sum verður landaður til Havsbrún, verður framleiddur til ídnað.

Jupiter er nú farin aftur á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar.