Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Jupiter hevur landað svartkjaft til Havsbrún

Kiran Jóanesarson

04.12.2017 - 16:47

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Jupiter, úr Gøtu, hevur landað svartkjaft í Fuglafirði.

Jupiter hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið smáligur.

Teir hava landað umleið 1600 tons av svartkjafti til Havsbúrn. Veiðan verður framleidd til ídnað.

Fleiri skip fiska svartkjaft fyri tíðina. Talan er um íslendsk, føroysk, grønlendsk og russisk skip.