Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Jupiter hevur sett kós móti Fuglafirði við 1000 tonsum

Kiran Jóanesarson

10.10.2017 - 19:36

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Jupiter, úr Gøtu, hevur sett kós móti Fuglafirði.

Jupiter fór til fiskiskap sunnudagin, eftir at hava ligið á Runavík og bíða eftir boðum um landing. Jupiter hevur fiskað sild norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

- Vit vóru í 18 tímar á feltinum, men fiskiskapurin hevur verið hampiligur. Vit síggja nógva sild, men sildin stóð sera tunt um alt havið, og var tí ring at fanga, upplýsir Finnbjørn Mikkelen, skipari.

Jupiter kemur á Fuglafjørð í nátt, og teir sleppa framat beinanvegin. Talan er um góða stødd, sildin liggur um 385 gramm í miðal.