Savnsynd: Kiran Jóanesarson

Jupiter landar makrel í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

06.09.2017 - 11:54

Fiskur >

Uppsjóvarskipið Jupiter úr Gøtu, hevur fiskað makrel á feltinum norðanfyri Føroyar, og landar í dag til Pelagos í Fuglafirði.

Jupiter hevur umleið 750 tons av makreli, sum teir hava fiskað norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at tað er nógvur makrelur at síggja á feltinum, og at støddin, sum skipini fáa liggur um 400 gramm.

Tá ið Jupiter hevur landað, verður fari nýggjan túr eftir makreli.