Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Jupiter hampiligan fiskiskap

Kiran Jóanesarson

06.02.2018 - 16:29

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Jupiter landar í løtuni svartkjaft til Havsbrún.

Upplýst verður at teir hava fiskað sunnanfyri Føroyar, og at fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Teir hava umleið 2000 tons, sum teir landa til Havsbrún.

Fleiri skip eru á svartkjaftafeltinum bæði føroysk, íslendsk og russisk skip.