Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Jupiter slapp framat at landa svartkjaft í kvøld

Kiran Jóanesarson

11.04.2018 - 23:07

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipini bíða eftir landingartørni í Fuglafirði.

Hjá Havsbrún er rættulig gongd komin á aftur framleiðsluna nú fleiri av uppsjóvarskipunum eru farin á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar.

Jupiter hevur bíða eftir landingartørni, og slapp framat aftaná Christian í Grótinum.

Jupiter hevur 2000 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til havsbrún, har veiðan verður framleidd til fóður.