Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Klakkur komin heim

Kiran Jóanesarson

11.06.2017 - 15:03

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Línuskipið, Klakkur, kom á Klaksvík í gjár, har teir skulu landa.

Klakkur kom í gjár á Klaksvík, eftir at hava verið til fiskiskap undir Íslandi í fimm vikur.

Líggjas Johannesen, skipari upplýsir, at teir hava 190 tons nú teir komu heim.

- Vit hava roynt í fimm vikur, og hava 190 tons, har meginparturin - tveir triðingar, er toskur. Fiskiskapurin hevur verið hampiligur, og tá ið vit eru lidnir at landa, fara vit til Eystur Grønlands at fiska.

Klakkur hevur nú fiskað íslandskvotuna, og Líggjas Johannesen upplýsir, at teir loysa aftur seinna partin av komandi viku, og at 16 mans vera við skipinum tá ið teir seta kós móti Eystur Grønlandi.