Langenes landar tosk í Tromsø

Kiran Jóanesarson

03.07.2017 - 13:12

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Langenes kom í morgun til Tromsø við 440 tonsum.

Frystitrolarin, Langenes, kom í morgun til Tromsø, har teir skulu landa 440 tons av toski. 

Fiskiskapurin hendan túrin hevur verið góður, og trolarin hevur fiskað síðan 17. juni. 

Langenes hevur meginpartin av túrinum fiskað við Hopen.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið nýggjan túr. Við Langenes hendan túrin eru 3 føroyingar.