Mynd: Sverri Egholm

Leirvík: 76,50 krónur kilo fyri stóra kalvan

Kiran Jóanesarson

08.06.2018 - 13:28

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Kalvin, sum Heri Højsted fekk í gjár, varð í dag seldur á Fiskamarknaðinum.

- Kalvin vigaði 218 pund, og eg fekk 76,50 krónur kilo, so eg eri væl nøgdur, sigur ein væl hýrdur Heri Højsted við Portalin.

Útróðrarmaðurin var longu ávegis aftur til fiskiskap tá ið vit ringdu til hann í dag, og hesaferð var ætlanin at fara vestur um Mykines at royna.

Tað var um 23 tíðina í gjár, at Heri Højsted kom á Leirvík við stóra kalvanum, sum hann hevði fingið við snellu við Sjóbúgvanum. Heri hevði roynt norð vestur úr Mýlingi, og hevði fiskað í knapt trý døgn.

Les eisini: Fekk 220 punds kalva við snellu

Sí eisini: Myndir: Á Leirvík við stórum kalva