Myndin er tikin í gjár seinnpartin. Havbúgvin fór til fiskiskap í gjár

Línuskipini landa síðst í næstu viku

Sverri Egholm

04.02.2017 - 10:03

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Flestu línuskipini eru til fiskarí og væntandi koma fleiri av teimum at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni.

Trý línuskip eru við Ísland. Tey fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu, skrivar Fiskamarknaður Føroya í sínari meting fyri næstu viku.

Undir Føroyum eru nøkur og fiska. Mest er at fáa av toski og hýsu og so eisini nakað av longu og brosmu.

Á Flemish Kap eru seks línuskip, fimm sum frysta og eitt sum ísar fiskin.

- Vit vænta, at tey fara øll at sigla heim í vikuni og koma so at landa í aðru viku, sigur Fiskamarknaðurin.