Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Línuskipini landa síðst í vikuni

Sverri Egholm

11.12.2016 - 18:03

Fiskur > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Tey flestu línuskipini koma at landa síðst í vikuni. Tað verður ein blandingur av toski, hýsu, longa og brosma. Eisini verður nakað av svartkalva og blálongu. Væntandi koma tey flestu línuskipini at leggja til jóla.

Tað skrivar Fiskamarknaður Føroya í sínari meting fyri næstu viku.

Fiskamarknaðurin væntar ikki nógvan útróður. Streymurin harðnar út á vikuna, og veðrið verður ikki av í besta.