Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Lodnuprísurin munandi hægri í Føroyum enn í Íslandi

Kiran Jóanesarson

11.02.2018 - 18:16

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Nótaskipið Høgaberg kom á Fuglafjørð í gjár, har teir skulu landa lodnu.

Høgaberg hevur fiskað lodnu undir Íslandi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Høgaberg hevur umleið 1000 tons, sum teir skulu landa til uppsjóvarvirkið Pelagos.

Talan er um góða lodnum sum Høgabrg hevur fiskað, og prísurin í Føroyum er munandi hægri enn í Íslandi, har skipini fáa umleið 2,50 krónur fyri kilo. í Føroyum liggur prísurin um 4 krónur kilo.

Fleiri av svartkjaftaskipunum hava riggað seg til lodnufiskiskapin undir Íslandi seinastu dagarnar.