Meirluti av norðmonnum ynskja ikki meir aling

Jógvan Hugo Gardar

27.11.2017 - 22:06

Fiskur >

57 prosent av norðmonnum ynskja ikki at økja um framleiðslu av laksi í Noregi, sambært eini kanning hjá Norstat-kanningarstovuni, fyri Norges Sjømatråd og Sjømat Norge. 1000 norðmenn, í aldrinum 10-74 ár, eru spurdir.

Trøndelag-fylkið hevur flest sum ynskja meir aling, skrivar iLaks har 53 prosent siga seg ynskja meir aling. Trøndelag er har alingin í Noregi av álvara byrjaði, og hevur longst royndir.