Mynd: Sverri Egholm

Merkið tikið niður á Havborg

Kiran Jóanesarson

09.06.2017 - 20:32

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Rækjutrolarin, sum hevur havt heimstað í Føroyum seinastu mongu árini, varð í dag strikað í føroysku skipaskrásetingini.

Felagið Havborg í Leirvík hevur selt skipið til russiska felagið DEFA Fishing.

Havborg kom á Havnina sunnudagin, eftir at hava landað 250 tons av rækjum í Norra.

Havborg er bygd á Flekkefjord í 1989, og varð upprunaliga bygd til Íslands. Skipið varð seinni selt til Føroyar, har tað fekk navnið South Island, og heimstað í Suðuroynni. 

Seinni varð skipið keypt til Leirvíkar, har tað hevur haft heimstað og navnið Havborg síðan 2004.