Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mest av toski og hýsu

Sverri Egholm

18.02.2017 - 11:03

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Fimm línuskip eru við Ísland. Helst landa trý av teimum í vikuni, meðan tað er heldur ivasamt um hinir landa í vikuni. Skipini hava mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. 

Tað skrivar Fiskamarknaður Føroya í metingini fyri næstu viku.

Undir Føroyum eru fýra skip og væntandi koma trý av teimum at landa í vikuni. Tey hava mest av toski, hýsu, longu og so nakað av svartkalva og brosmu.

- Vit vænta, at okkurt av línuskipunum, sum liggja inni, fara út í næstum, sigur Fiskamarknaðurin.