Mynd: Sverri Egholm

Myndir: Bók um fiskivinnuskipanir løgd fram í Klaksvík

Sverri Egholm

05.07.2016 - 01:34

Fiskur >

ÓIi Samró legði í kvøld bókina “Fiskiskapur - fjølbroyttar ásetingar“ fram í miðhøllini í skúlanum á Skúlatrøð í fiskivinnuhøvuðsstaðnum, Klaksvík.

Nógv fólk vóru møtt upp fyri at hoyra meira um bókina, sum millum annað snýr seg um fiskivinnuskipanir kring heimin. Hetta er í kjalarvørinum av, at Føroyar skulu hava fiskivinnunýskipan í 2018.

At geva bók út um evnið hevur verið ein dreymur hjá Óla Samró í 15-20 ár. Síðan 1991 hevur Óli veitt sjálvstøðuga ráðgeving um fiskivinnu í Føroyum og um allan heimin.