Mynd: Henning Hansen

Myndir: Nýggi Beinur kom til Hirtshals sunnudagin

Kiran Jóanesarson

26.07.2016 - 15:13

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Stásiliga uppsjóvarskipið, ið føroyingar í Hirtshals hava latið byggja á Karstensens Skibsværft í Skagen, kom í allar fægrasta veðrið til heimbýin Hirtshals sunnudagin.

Nógv fólk vóru komin til Hirtshals, at taka í móti nýggja og framkomna skipinum, ið kostar umleið 220 mio krónur. Tað er familjan Tindskarð og Gunnar Nolsø, ið eiga Beinur.

Beinur fer væntandi til fiskiskap fyrst í august, og tá verður farið á sildaveiðu. Fríðálvur Tindskarð og Gunnar Nolsø vera skiparar umborð á Nýggja Beinur.

Beinur stevndi sunnudagin inn á Hirtshals, har stór mótøka var fyri nýggjasta fiskiskipinum í danska fiskiflotanum. Upptøka: Henning Hansen.