Mynd: Jens Kr. Vang

Myndir: Umborð á fyrsta nýbygninginum hjá Ruth A/S

Kiran Jóanesarson

29.06.2016 - 14:41

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Í gjár kom framkomna uppsjóvarsipið, Ruth, úr Hirtshals á Havnina, har skipið skal hava útgerð frá Vónini.

Ruth varð latin eigarunum í mars mánað í ár, og hevur gjørt nakrar svartkjaftatúrar við Írland. Skipið fiskaði fyri góðar 30 mio krónur í svartkjafti.

Tá ið teir høvdu fiskað svartkjaftin, fóru teir á beding í Skagen, har ymiskt arbeiðið skuldi gerast. Eitt nú skuldi skipið málast liðugt, og ymsar broytingar gerast við skipið.

Gullak Madsen hevur haft fiskiskip seinastu mongu árini, men hetta er fyrsti nýbygningurin, ið hann hevur latið byggja. Ruth, ið er knappar 90 metrar long og knappar 17 metrar breið, er flaggskipið hjá donsku fiskivinnuni. Skipið kostaði umleið 250 mio krónur at byggja.

Gamla Ruth varð seld til Føroyar, og kallast nú Norðingur.

Vit spurdu reiðaran um teir óttaðust hvat fór at henda nú, Bretland hevði atkvøtt fyri, at melda seg úr ES, men her svaraði reiðarin púra róligur, at enn visti eingin nakað, og tí var einki at óttast.

Tá ið Ruth hevur fingið útgerðina umborð, verður farið á sildaveiðu í Norðsjónum.

Vanligt hevur verið, at eini fimm donsk uppsjóvarskip, sleppa til Grønlands at fiska makrel, men Gullak Madsen upplýsir, at teir hava ongar ætlanir um tað.

-Vit hava ríkiligt av kvotu, og vit hava ikki kapasitet til at fara til Grønlands eisini.

Reiðarin legði aftrat, at teir hava verið í Grønlandi áður, men tað gekk ikki, sum teir høvdu vónað.

Nýggja Ruth, ið er sera framkomið, hevur longu vakt áhugað í grannalondunum. Eitt íslendskt felag, hevur longu bjóða uppá skipið, og boðið var hægri enn teir høvdu bygt skipið fyri. Hóast hetta takkaði reiðaríið nei. 16 mans eru knýttir at Ruth, og teir eru deildir í tvær vaktir.