Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Næraberg landar fulla last av svartkjafti í Kollafirði

Kiran Jóanesarson

05.03.2018 - 20:49

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Næraberg kom í morgun á Kollafjørð, har teir skulu landa svartkjaft.

Næraberg hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Upplýst verður, at teir hava umleið 3200 tons av heilfrystum svartkjafti, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Tá ið Næraberg hevur landað, fara teir aftur á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi, har hini svartkjaftaskipini eisini royna.