Mynd: Shipspotting.com

Næraberg og Slættaberg til Eystur Grønlands at fiska makrel

Kiran Jóanesarson

06.07.2017 - 23:51

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipini Næraberg og Slættaberg loystu í gjár og hava sett kós móti Grønlandi.

Skipini skulu partrola, og fiska av grønlendsku makrelkvotuni. Skipini kunnu fiskað góð 4.000 tons.

Næraberg, skal frysta veiðuna umborð, og skipini vera væntnandi á fiskileið síðst í hesari vikuni.

Næraberg hevur verið og fiskað av grønlendsku makrelkvotuni seinastu árini, og hetta er aðruferð, at Slættaberg fer við yvir at fiska.