Leiðslan í Bakkafrosti: Frá vistru: Rúni M. Hansen, nevndarformaður; Regin Jacobsen, forstjóri; Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún og Gunnar Nielsen, fíggjarstjóri. Mynd: Jógvan H. Gardar

Nevndarformaðurin: Vit hava ábyrgd, ið varða av felagnum

Jógvan Hugo Gardar

08.04.2017 - 15:45

Fiskur >

Bakkafrost hevði aðalfund í gjár. Í frágreiðingini á aðalfundinum, segði nevndarformaðurin Rúni M. Hansen millum annað, at tað er av alstórum týdningi, at felagið framhaldandi mennir seg á øllum økjum.

- Bakkafrost hevur helst longstu virðisketu innan laksaaling og virðisøking úr aldum laksi í heiminum, vísti hann á kom bæði inn á menningina á Havsbrún, og til nýggja góðskingarvirkið á Glyvrum, har umleið 300 fólk koma at arbeiða.

Hann segði, at tað hvílir ein stór ábyrgd á sær og teimum sum reka felagið um at reka felagið so effektivt og burðardygt sum gjørligt gjøgnum alla virðisketuni. Eisini nevndi hann týdningin av, at karmarnir sum verða settir um vinnuna, eru kappingarførir í mun til útlandið.

- Vit mugu stremba eftir at reka felagið so effektivt og burðardygt sum gjørligt, og politikararnir mugu miða ímóti at seta kappingarførar karmar í mun til útlandið. Svíkur ein av hesum fortreytum, missa vit øll bæði arbeiðsplássini og virðisøkingina út av landinum, og harvið tapir alt samfelagið, segði Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrosti.