Hendan myndin er frá í gjár (Mynd: Vikmar)

Nógv skip á svartkjaftafeltinum

Sverri Egholm

09.05.2018 - 05:04

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Nógv skip fiska svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi í hesum døgum. Tað sæst sera væl á AIS skipanini hjá Vikmar.

Fleiri føroysk skip hava góðan fiskiskap. Nýborg og Finnur Fríði landaðu í Fuglafirði mánadagin, og í gjár vóru Arctic Voyager og Christian í Grótinum á Fuglafirði við fullari last.