Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Norðborg aftur til fiskiskap í kvøld

Kiran Jóanesarson

04.10.2017 - 16:07

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Norðborg kom í morgun á Ánirnar, har teir skulu landa 1300 tons. Harav er 700 tons sildafløk meðan restin er heilfryst sild.

Støddin liggur um 400 gram, sum er ein sera góð stødd.

Teir hevur hendan túrin fiskað sild norðanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Norðboorg verður liðug at landa í kvøld, og tá verður farið aftur á sildaveiðu.