Mynd: Reiðaríið

Norðborg hevur landað umleið 1100 tons í Ánunum

Kiran Jóanesarson

11.08.2017 - 09:02

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið, Norðborg úr Klaksvík, landaði í gjár í Ánunum.

Norðborg hevur hendan túrin roynt norðanfyri.

- Vit byrjaðu túrin 100 fjórðingar norðanfyri Føroyar, og endaðu norð móti altjóða sjógvi, upplýsir Hans Klakstein, skipari.

Norðborg hevði umleið 250 tons av sildaflaki og 850 tons av makreli.

Norðborg loysti av Ánunum á midnátt, og setti kós móti Fuglafirði, har teir skuldu bunkra og landa lýsi áðrenn teir fóru aftur til fiskiskap.