Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Norðborg landar heilfrystan svartkjaft og mjøl í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

13.05.2018 - 17:57

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Framleiðsluskipið Norðborg kom á Fuglafjørð í morgun, har veiðan verður løgd upp.

Teir hava fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar.

Upplýst verður, at teir hava 1275 tons av heilfrystum svartkjafti, og 175 tons av mjøli, sum teir framleiða umborð.

Norðborg loysir aftur á midnátt, og setur kós aftur suður móti svartkjaftafeltinum.

Við hendan túrin vóru 28 mans, og skipari er Jón Rasmussen.