Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Norðborg landar lodnu í Ánunum

Kiran Jóanesarson

08.02.2018 - 09:27

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Framleiðsluskipið Norðborg kom á Ánirnar í morgun, har teir skulu landa lodnu.

Norðborg hevur verið til fiskiskap eftir lodnu í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava umleið 1100 tons av lodnu, sum teir frysta umborð.

Norðberg er annað skipið av tveimum, sum er bygjað at fiskað lodnu í íslendskum sjógvi. Hitt skipið er Høgaberg hjá Framherja í Fuglafirði.

Nøkur av svartkjaftaskipunum fara at riggað seg til eftir lodnu undir Íslandi tá ið tey hava landað næstu svartkjaftalastina.