Mynd: Reiðaríið

Norðborg leitar eftir makreli og sild norðanfyri Føroyar

Kiran Jóanesarson

06.08.2017 - 19:40

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið, Norðborg, úr Klaksvík, leitar eftir makreli norðanfyri Føroyar.

Norðborg er til fiskiskap eftir makreli og sild í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin er hampiligur.

- Vit hava fiskað í 7 dagar, og fiskiskapurin er hampiligur. Tað var góður fiskiskapur teir fyrstu 5 dagarnir, men so minkaði. Nú leita vit og vita um vit raka við, upplýsir Hans Klakstein, skipari.

Norðborg hevur 250 tons av sildaflaki, og 590 tons av avhøvdaðum frystum makreli.

Við Norðborg eru 27 mans.