Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Norðborg liðug við fiskiskapin fyri 2016

Kiran Jóanesarson

24.11.2016 - 22:26

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Norðborg úr Klaksvík, kom í nátt á Ánirnar har teir skulu landa.

Norðborg hevur umleið 1500 tons av sildafløkum, 390 tons av mjølið og 250 tons av lýsið.

Norðborg loysti tann 12. November, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tá ið liðugt er at landa, verður fari á beding, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði skal gerast við skipið.

Tá ið Norðborg fer aftur til fiskiskap eftir nýggjár, verður fari at fiska svartkjaft.