Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Norðhavið byrjaði at landa í morgun

Kiran Jóanesarson

17.06.2017 - 13:15

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Ídnaðarskipið, Norðhavið, kom á Fuglafjørð hósdagin, har teir skulu landa svartkjaft.

Av tí at tað var bíðitíð at sleppa framat at landa, mátti teir bíða til í morgun áðrenn teir áttu tørn.

Norðhavið hevur 800 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.

Tá ið teir hava landað, verður farið aftur til fiskiskap.