Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Norðingur bíðar eftir landingartørni

Kiran Jóanesarson

14.06.2017 - 15:55

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Norðingur kom á Ánirnar í gjár, har teir liggja til teir sleppa framat at landa í Fuglafirði. 

Norðingur hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur. 

Veiðan skal landast til Havsbrún í Fuglafirði, men sleppa ikki framat at landa fyrr enn Tummas T og Jupiter hava landað sína svartkjafta last.