Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Norðingur farin á sildaveiðu

Kiran Jóanesarson

02.07.2017 - 12:18

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið, Norðingur úr Klaksvík, kom fríggjadagin á Kollafjørð við eini sildalast.

Norðingur hevur fiskað sild í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur. Teir høvdu góð 700 tons, sum teir landaðu til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Norðingur varð liðugur at landa í gjár, og tá fóru teir aftur á sildaveiðu.