Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Norðingur landað lítla sildalast í Kollafirði

Kiran Jóanesarson

08.07.2017 - 19:39

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið, Norðingur, úr Klaksvík, kom í gjár á Kollafjørð við sild.

Teir hava fiskað sild í føroyskum sjógvi, men synd er at siga at fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at Norðingur hevði umleið 300 tons av sild nú teir komu inn.

Tá i Norðingur varð liðugur at landa, fóru teir at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.