Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Norðingur landar 1200 tons av sild í Kollafirði

Kiran Jóanesarson

09.10.2017 - 10:30

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Norðingur kom í nátt á Kollafjørð, har teir skulu landa sild.

Norðingur hevur fiskað sild norðanfyri, og talan hevur verið um góðan fiskiskap. Upplýst verður, at støddin liggur um 380 gramm.

Veiðan verður landað til Faroe Pelagic, sum seinastu dagarnar hevur havt úr at gera við at taka í móti frá uppsjóvarskipunum. Slættaberg, Hoyvík og Tummas T hava landað hjá virkinum um vikuskiftið.