Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Norðingur landar svartkjaft í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

04.12.2017 - 20:11

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Norðingur kom á Ánirnar leygardagin, har teir løgdu seg at bíða til teir áttu tørn at landa.

Teir hava fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið smáligur. Veiðan, sum er umleið 2000 tons, verður landað til virkið Havsbrún í Fuglafirði.

Norðingur hevur ein lítið sindur eftir av svartkjaftakvotuni, sum teir fara at veiða áðrenn teir gevast fyri í ár.