Mynd: RMS Photo

Norðingur landar svartkjaft í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

07.03.2018 - 13:50

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Norðingur kom í dag á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Norðingur hevur fiskað svartkjaft í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Upplýst verður, at teir hava umleið 1900 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.

Veiðan verður síðan framleidd til fóður, eitt nú laksafóður.

Tá ið Norðingur hevur landað, fara teir aftur á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi.