Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Norðingur skal landa fulla last í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

13.04.2018 - 18:53

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Norðingur úr Klaksvík, bíðar eftir landingartørni.

Teir skulu landa fulla last av svartkjafti - umleið 1900 tons, til Havsbrún.

Norðingur hevur, eins og hini svartkjaftaskipini, fiskað sunnanfyr Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleidd til fóður.

Tá ið Norðingur hevur landað sleppur Høgaberg framat.