Savnsmynd: Sverri Egholm

Norðingur verður sleipaður á Havnina

Redaktion

05.06.2018 - 12:29

Fiskur >

Um 20 tíðina í gjárkvøldið setti Brimil kós móti Norðingi, sum hevði fingið maskinskaða. Norðingur var staddur eystur móti markinum, einar 100 fjórðingar úr landi.

Brimil varð hjá Norðingi um 2 tíðina í nátt, tá byrjað varð at sleipa.

Av MRCC-støðini verður sagt, at Norðingur verður sleipaður á Havnina, og verður inni um 15 tíðina.

Sum Portalurin skrivaði í gjár, er hetta triðju ferð í ár, at Norðingur hevur brúk fyri sleipi frá Brimli.