Norðmenn byggja nýtt uppsjóvarskip

Kiran Jóanesarson

08.09.2017 - 21:41

Fiskur > Tíðindi > Noreg

Meðan óvissan valdar í føroysku fiskivinnuni, nú tað alsamt styttist til vit skriva 1. januar, byggja reiðarí í grannalondunum okkara fleiri skip til sína fiskivinnu.

Eitt tað nýggjasta dømi er reiðaríið, sum eigur norska uppsjóvarskipið Gunnar Langva.

Reiðaríið hevur undirskrivað sáttmála um snið av nýggjum uppsjóvarskipið, sum skal byggjast á norsku skipasmiðjuni, Westcon Yard.

Skipið, sum er sniðgivið av Rolls Roys, verður 75 metrar langt, og verður eftir ætlan latið reiðarínum triðja kvartal í 2019.

Nýggja skipið skal avloysa núverandi Gunnar Langva.