Herøy

Norskt nótaskip keypt til Føroya

Sverri Egholm

13.03.2018 - 13:10

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Nótaskipið Herøy er selt til føroyingar, og kemur til Føroya um ein mánað. Tað skrivar norski miðilin Vestlandsnytt.

Tó verður einki sagt um hvør keyparin er ella hvør keypsprísurin er.

Skipið er bygt í 1997 og nú reiðaríið skal leggja um, verður skipið selt. Sum skilst er ætlanin at deila kvotuna hjá Heroy millum hini skipini hjá reiðarínum.

Herøy er í løtuni til fiskiskap, og føroyingar yvirtaka 30. apríl.